Uttanlands

Farin í gongd við at bjarga fýra teir síðstu dreingirnar

Fýra dreingir og venjari teirra eru enn eftir í hellinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-07-10 10:05 Author image
Oda Strøm
placeholder

Kavarar eru nú farnir í gongd týsmorgun at bjarga teimum síðstu fýra dreingjunum og venjara teirra, sum enn sita innibyrgdir í Thuam Lang hellinum í Tailandi. 

Afturat dreingjunum og venjara teirra teirra, eru ein lækni og tríggir kavarar til staðar í hellinum, sigur leiðarin fyri tailendska tilbúgvingarmyndugleikanum, Narongsak Ossottanakorn. Hesir kavarirnir hava sum skilst verið í hellinum, síðan dreingirnir vórðu funnir fyri meir enn einari viku síðan. 

Hann sigur, at kavararnir fara at royna at bjarga øllum fimm í senn.

19 bjargingarfólk luttaka í bjargingini, sum byrjaði klokkan 10.08 lokala tíð, skrivar TV2.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder