Innanlands

Fakta um føroysku ferðavinnuna

Viðhvørt ber kjakið brá av, at tørvur er á fakta um føroysku ferðavinnuna. Nú hevur Visit Faroe Islands samlað hagtøl um ferðavinnuna á einum stað

2019-08-15 23:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú tað er háárstíð í ferðavinnuni og eitt løgtingsval stendur fyri framman, verður dúgliga kjakast um ferðavinnuna. Viðhvørt ber kjakið brá av, at tørvur er á fakta um føroysku ferðavinnuna.

Visit Faroe Islands hevur samlað tey hagtøl, ið eru at finna um ferðavinnuna, á eina síðu, soleiðis at tað er lætt og ómakaleyst at fáa fatur í røttum hagtølum.

Síðani inniheldur eisini eitt yvirlit yvir gjald fyri atgongd til náttúru í øðrum londum kring heimin. Harafturat eru útsagnir frá fólki, sum antin hava beinleiðis ella óbeinleiðis tilknýti til ferðavinnu, um ágóðarnar við ferðavinnuni.

Síðan eitur www.ferdavinnufakta.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder