Innanlands

Eystara skýlið reist

Í dag varð reisigildi hildið á vøllinum við Djúpumýru – Eftir ætlan skal skýlið takast í nýtslu 15. juli

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2021-06-25 16:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í góðveðrinum í dag varð reisigildi hildið á vøllinum við Djúpumýru, har Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráð, og Tummas Lervig, formaður í KÍ, søgdu nøkur orð. Síðan varð bjóðað til døgurða á loftinum í KÍ høllini, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuna.

Í røðunum nýttu bæði Jóhanna og Tummas høvið, at rósa býráðnum, sum hevur hildið fram at gera íløgur í víðari menning av leikvøllinum við Djúpumýru, umframt at tey róstu arbeiðsfólkunum, sum av øllum alvið arbeiða móti málinum, ið er at skýlið skal takast í nýtslu 15. juli. Tá skal KÍ nevniliga leika teirra fyrsta heimadyst á Djúpumýru í evropiskum samanhangi.

Jóhanna Christiansen fegnast um, at tað hevur gingið somikið væl og skjótt við hesum partinum av skýlinum. Tí avtalan við Norðhús bleiv undirskrivað 11. mars og fevnir um heili 600 sitipláss á eystaru síðu.

– Í fyrsta umfari verður ikki møguligt at sita undir taki á eystaru síðu, men vónandi fáa vit sett pening til av til hendan partin komandi ár, sigur Jóhanna Christiansen.

Verkætlanin kostar góðar 7 mió. krónur og hevur FSF harav stuðlað við tveimum mió., umframt at FSF hevur víst áhuga í at hýsa dystum hjá kvinnulandsliðnum og ungdómslandsliðum í Klaksvík, nú leikvøllurin fær UEFA góðkenning.

Fleiri myndir síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder