Uttanlands

Erik Jensen nýggjur formaður í Siumut

Kim Kielsen vrakaður av landsfundinum – heldur fram sum landsstýrisformaður

Erik Jensen (Mynd: knr.gl)

Erik Jensen (Mynd: knr.gl)

2020-11-30 06:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Erik Jensen er nýggjur formaður í grønlendska flokkinum Siumut. Hann stóð eftir sum vinnari í einum tøttum formansvali á landsfundinum hjá grønlendska stjórnarflokkinum í gjár.

Valið varð so mikið tætt, at tvey valumfør skuldi til áðrenn nýggjur formaður var valdur. Í fyrsta umfari fekk Erik Jensen 35 atkvøður, Kim Kielsen 29 og Vivian Motzfeldt 7.

Av tí at formaðurin skal hava minst 50 prosent av atkvøðunum, var nýtt umfar millum Erik Jensen og Kim Kielsen og í seinna umfari fekk Erik Jensen eisini fleiri atkvøður.

Kim Kielsen hevur verið formaður í størsta flokkinum í Grønlandi síðan 2014, men seinastu tíðina er undirtøkan fyri honum minkað munandi. Fyrr í ár varð gjørd ein roynd at skifta hann út, men tað hendi ikki. Hóast ein meiriluti at tinglimunum í flokkinum ynskti nýggjan formann, vann hetta ikki frama millum lokaldeildirnar.

Nú er Erik Jensen so valdur til nýggjan formann. Men fyribils heldur Kim Kielsen, sum skilst fram, sum landsstýrisformaður.

Inda Dora Gudmundsdottir Markussen varð vald til fyriskipanarliga næstforkvinnu, meðan Vivian Motzfeldt er næstforkvinna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder