Innanlands

Enn ein veljarakanning: Sambandsflokkurin vinnur

Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin kappast um hin sessin, sambært veljarakanning sum Lóður hevur gjørt fyri VP

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-06-03 20:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sambandsflokkurin fær ein fólkatingsess, men stórur spenningur er um hin sessin. Tað vísir veljarakanning, sum Lóður hevur gjørt fyri VP, og sum er kunngjørd í kvøld.

Stóra kappingin er millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, sum kappast annan sessin.

Sambært kanningini hevði Sambandsflokkurin fingið mest við 27,7 prosentum av atkvøðunum, Tjóðveldi hevði fingið 23,6 prosent. Fólkaflokkurin fær triðflest við 22,8 prosentum og Javnaðarflokkurin á fjórða plássi við 22,1 prosentum.

Kanningin er gjørd í tíðarskeiðinum 28. mai til 3. juni, og 500 tilvildarlig fólk vórðu spurd.

Fólkatingsvalið verður 5. juni, og veljarakanningarnar eru nógvar. Fyrr í kvøld kunngjørdi Kringvarpið eina kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt. Hon vísti eisini, at Sambandsflokkurin fór at fáa annan fólkatingsessin, men peikaði á Javnaðarflokkin at fáa hin sessin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder