placeholder
Innanlands

Enn ein bátur kom í trupulleikar havhestaveiðu

Báturin steðgaði upp eystur úr Æðuvík

Savnsmynd (Mynd: Torkil Djurhuus)

Savnsmynd (Mynd: Torkil Djurhuus)

2018-09-03 08:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hósdagin í síðstu viku vóru boð send eftir hjálp, tá ein bátur, sum var á veg heim av havhestaveiðu, steðgaði upp. Tann báturin var steðgaður upp út fyri Mjóvanesi og Rescue Lív sleipaði bátin á Argir.

Leygardagin var aftur tørv á hjálp, tá enn ein bátur steðgaði upp. Hesaferð var tað ein bátur, sum fekk motortrupulleikar eystur út Æðuvík, tá hesin var eftir havhestum. Báturin steðgaði upp,og Rescue Lív varð send eftir bátinum.

- Boð komu frá bátinum beint eftir á middegi, og áleið klokkan 13:30 var hann sleipaður á Argir, verður sagt av MRCC-støðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder