Innanlands

Elmar Ósá farin undir tvífalda jarnmannin fyri autismufelagið

Súkklar á Kaldbaksvegnum í løtuni

Elmar Ósá í Kaldbaksbotni (Mynd: 452 kilometrar fyri Autismufelagið / Símun Ósá)

Elmar Ósá í Kaldbaksbotni (Mynd: 452 kilometrar fyri Autismufelagið / Símun Ósá)

2019-06-12 12:03 Author image
Ingi Samuelsen

Í morgun leyp barnalæknin og fyrrverandi elitusvimjarin í svimjihylin í Havn at svimja 7,6 kilometrar.

Tað er fyrsti teinur í tvífalda ironman’inum, sum hann hevur sett sær fyri at gjøgnumføra. Hann ger tað fyri at savna pengar inn til Autismufelagið.

Eftir at hava gjøgnumført svimjingina rættiliga lættliga, settist hann – saman við fleiri Rynkeby-súkklarum - á hjólhestin við kós móti Kaldbaksbotni. Nú er hann farin undir at súkkla aftur og fram millum Kaldbaksbotn og Kaldbak fyri at "fáa nakrar hundrað kilometrar aftur um seg". Seinni í dag verður kósin so sett norður eftir og inn í Eysturoynna, til Rituvíkar og aftur til Streymin. Har verður so súkklað runt til súkklutúrurin er komin upp á 360 kolometrar. Hann vónar at vera liðugur við súkklutúrin einaferð út á náttina.

Sjálv renningin – tvífalda maratonrenningin á 84 kilometrar – byrjar við brúnna um Streymin og so til Havnar, har endað verður á Tórsbreyt. Tá hevur Elmar Ósá svomið, súkklað og runnið tilsamans 452 kilometrar.

Hann roknar við at vera frammi einaferð í annaðkvøld.

Fylgjast kann við á Facebook-síðuni 452 kilometrar fyri Autismufelagið og har eru eisini upplýsingar um, hvussu til bera at stuðla. 

placeholder
placeholder