placeholder
Innanlands

Elding enn einaferð metár

Elding Sp/f hevði í fjør 4,2 milliónir í avlopi, og hetta er besta úrslit í søgu felagsins

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2022-08-12 14:12 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Elding Sp/f kundi aftur framleggja ein góðan roknskap fyri 2021, sum gav 4,2 mió.kr.  í avlopi eftir skatt, sum er eitt vet hægri enn í 2020. Talan er eisini um besta úrslit í søgu felagsins.

Elding var stovnað í 1995 av Mads Andreas Winther og lat upp í kjallaranum í SMS. Síðani er virksemið hjá Elding alsamt vaksi og er nú størsti elektronik- og hvítvøruhandil í Føroyum. Elding er sjálvstøðugur partur av skandinavisku ketuni El-giganten, sum í Føroyum ber heitið Elding Elrisin við størsta handli av sínum slagið í Føroyum við Hoyvíksvegin í Havn, umframt at Elding handil eisini er í Klaksvík og nýggji vinnuhandilin Elding Business heldur til í Smiðjugerði í Havn. Harumframt hevur Elding eisini ein stóran web-handilin, sum ber navnið Elding online.

Roknskapurin hjá Elding Sp/f vísur, at bruttovinningurin er øktur við 2,4 mió.kr. til 21 mió.kr. í 2021 samanborið við 2020, sum er ein vøkstur á 13 prosentum. Samlaða sølan er ikki upplýst í roknskapinum, men við økta bruttovinninginum eru ábendingar um, at hetta helst stavar frá eini øktari sølu í 2021.

Starvsfólkaútreiðslurnar øktust somuleiðis við 1,7 mió.kr. til 14,6 mió.kr. Vøksturin er 13 prosent. Umleið 45 starvsfólk eru í starvi hjá Elding.

[object Object]

Úrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt Ebidta, var 6,5 mió.kr. í 2021, sammett við 5,7 mió.kr. í 2020. Vøksturin er 13,3 prosent.

Ársúrslitið eftir skatt í 2021 var 4,2 mió.kr., sammett við 4 mió.kr. í 2020. Vøksturin í úrslitinum var 5,8 prosent.

Elding hevur økt um fíggjarjavnan í 2021. Vøksturin er 5,7 mió.kr. og fíggjarjavnin í 2021 var 50,1 mió.kr.

Á ognarsíðuni sæst serliga, at vørugoymslan er økt við 8,1 mió.kr. til 33 mió.kr.

Á skuldarsíðuni sæst, at Elding hevði onga langfreistað skuld í 2021, meðan stuttfreiðsta skuldin er økt úr 25,6 mió.kr. í 2020 til 29 mió.kr. í 2021.

Eginognin hjá Elding var við árslok 2021 í alt 21,1 mió.kr., sum gevur eitt trygdarevni á 42,2 prosent, sum má metast at vera rímuliga gott.

Gjaldførið hjá Elding í 2021, tá hugt verður eftir lyklatalinum gjaldørislutfall, var 165 prosent, sum eisini má metast at verða rímuliga gott.

Ognaravkastið, sum sigur hvussu lønsamur raksturin hevur verið í mun til fíggjarstøðuna, var 11,0 prosent í 2021 sammett við 11,3 prosent í 2020.  Í mun til ta hørðu kappingina sum vanligt er í hesu vinnuni, má metast at lønsemið hjá Elding er rímiliga gott í 2021.

Eginpeningsavkastið er eisini gott. Samanlagt 27 prosent í 2021 í mun til 29 prosent í 2020.  

Samanumtikið má metast at rakstrarúrslitið hjá Elding í 2021 var rímuliga gott og at felagið er væl fyri fíggjarliga og gjaldførisliga.

Á aðalfundinum hjá Elding var samtykt at útluta 2,0 mió.kr. í vinningsbýti til eigararnar.

Eigari av Elding Sp/f er Sp/f Heimlon, sum feløgini H.W. Sp/f, L.W. Sp/f og M.A.W. Sp/f eiga. Hesi feløg eru ogn hjá ávikasvist Herman E. Winther, Levi E. Winther og Mads Andreas Winther. Talan er um tískil um eina familjufyritøku.

Stjóri í Elding Sp/f er Mads Andreas Winther og nevndarformaður er Niels Winther Poulsen. 

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder