Innanlands

Eingin nýggj smitta í tríggjar dagar

Heldur ikki í gjár var nøkur smitta staðfest – Talið á smittaðum í løtuni er framvegis 12

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-25 11:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var eingin nýggjur smittutilburður staðfestur, og sostatt hava vit nú havt tríggjar dagar uttan nýggja smittu.

Støðan er framvegis tann, at 770 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, og at 757 eru staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.

12 persónar eru smittaðir í løtuni. Teir 32 sjómenninir, sum herfyri vórðu staðfestir smittaðir umborð á russiska trolaranum Karelia telja ikki við í føroysku tølunum. Sambært nýggjastu uppgerðini eru tveir teirra framvegis innlagdir.

825 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og tilsamans eru nú gjørdar 303.504 kanningar í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder