Mentan

Ein millión til filmsframleiðslu í Tórshavnar kommunu

Endamálið við at lata stuðul er at skapa betri umstøður hjá teimum, sum fáast við filmsvinnu í høvuðsstaðnum við tí fyri eyga at menna eina nýggja og týðandi vinnugrein, sum stendur í vøkstri í størsta parti av heiminum, sigur Tórshavnar kommuna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-01-28 12:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta eina millión krónur til vinnuverkætlan, sum hevur til endamáls at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum fáast við filmsframleiðslu í høvuðsstaðnum.

Talan er um nýggja verkætlan, sum skal skipast í fastar karmar og mannagongdir. Endamálið við at lata stuðul er at skapa betri umstøður hjá teimum, sum fáast við filmsvinnu í høvuðsstaðnum við tí fyri eyga at menna eina nýggja og týðandi vinnugrein, sum stendur í vøkstri í størsta parti av heiminum, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Málið varð beint í býráðið umvegis fíggjarnevndina, sum 18. januar samtykti at taka undir við vinnunevndini og beina málið í býráðið, sum samtykti málið hósdagin.

Freistin at søkja um stuðul verður í januar, soleiðis, at umsøkjarar hava møguleika at samskipa umsóknir millum land og kommunu. Hjá landinum verða umsóknir viðgjørdar tvær ferðir um árið – februar og september.

Ein bólkur, sum er samansettur av umboðum fyri Stjórnarskrivstovuna, Mentamáladeildina, Klippfisk og Hugskotið verður settur til at fyrireika, viðgera og gera tilmæli til játtan av stuðli. Mett verður, at samansetingin av bólkinum tryggjar, at umsóknirnar verða viðgjørdar av fólki við hóskandi fakligum førleikum og innliti.

Tilmæli verður lagt fyri vinnunevndina til støðutakan, og fíggjarnevndin tekur endaliga avgerð um stuðul. Umsøkjari fær boð, og stuðulin verður útgoldin sambært nærri ásettum reglum, skrivar kommunan.

Tað er umráðandi, at stuðul verður latin til verkætlanir, sum hava eina ávísa filmsliga dygd, og tey, sum luttaka í verkætlanini hava førleikar at gjøgnumføra verkætlanina. Eisini skal stuðulin viðvirka til, at høvuðsstaðurin fær enn ein sýnisglugga út í heim við lýsingum o.l., og at fólkið, sum býr í kommununi, fær ágóðan av livandi myndunum, sum eru við til at styrkja móðurmáli og mentanina.

Eisini verður sagt at tað er umráðandi, at stuðul verður latin til verkætlanir, sum er viðkomandi og skapa virði fyri Tórshavnar kommunu, filmsumhvørvið og vinnulívið í høvuðsstaðnum.

Hetta merkir, at nakrar av hesum treytum skulu vera loknar:

  • Søgan, sum verður søgd, skal hava Tórshavnar kommunu sum miðdepil
  • Søgan/hendingin skal hava samband við ella skal skapa virði fyri Tórshavnar kommunu
  • Hendingar skulu fara fram í Tórshavnar kommunu
  • Filmurin verður lutvíst tikin upp í Tórshavnar kommunu
  • Filmslið skal í tann mun tað ber til brúka útgerð og tænastur frá veitarum í Tórshavnar kommunu.
  • Filmsfólk skulu verða úr Tórshavnar kommunu
  • Filmsleikarar úr Tórshavnar kommunu
  • Tað skal síggjast, at Tórshavnar kommuna hevur stuðlað filminum.
  • Kann samframleiðast við land, aðrar kommunur og privatar fyritøkur í Føroyum og uttanlands.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder