Mentan

Dukkuleikur við Gjógv 10.-19. juni

Nú verður møguleiki at koma til Gjáar, har søgan um Marina verður sýnd sum dukkuleikur

Gjógv (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Gjógv (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-06-04 08:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Dukkuleikurin “Marin” tekur støði í einari gamlari søgn frá Gjógv. Leikurin vendir sær til allar aldursbólkar, og er hann ein uppliving fyri allar sansir. Eitt yvirnatúrligt fyribrigdi er gjøgnumgangandi í leikinum, og áskoðararnir verða hugfangaðir á ymiskan hátt.

Í leikinum verða nýttir ymsir frásøguhættir, eitt nú er eitt kvæði yrkt. Fyrsta ørindi er soljóðandi:

Børnini eru øll úti og spæla.
Líkt er til, at nú fer at æla,
nú kemur ein myrkur skuggi.
Píka sjey, hetta er eingin ódn,
men ein ørn, ið taka kann børn,
so nú er best, at eg flýggi.
(Lag: Veturin kom við kulda og kava)

Dukkuleikur er ein sterkur miðil, og tí verður nógv at samskifta um, bæði ímillum ættarliðini og børn og børn ímillum.

Leikurin er góðan hálvan tíma til longdar. Aftan á leikin hava áskoðararnir møguleika at ganga til tey støðini, sum verða lýst í leikinum.

Tað er Helena Fríðheim, ið hevur skrivað leikin og setur hann upp. Hon hevur fingið ráðgeving frá samstarvsfólki í Tallinn.

Helena er útbúgvin námsfrøðingur, og seinni hevur hon útbúgvið seg víðari. Í 2012 tók hon bachelor-prógv frá lærda háskúlanum í Stavanger, og í 2016 tók hon Master-prógv í “Børne- og ungdomskultur – medier og æstetiske læreprocesser” frá Syddansk Universitet.

Helena hevur sítt egna virki, Leiktrá, sum hevur starvast við barnamentan síðan 2004, og hevur hon skipað fyri ymsum tiltøkum við børnum, eitt nú stóra tiltakinum ”Havnin ein býur, har børnini trívast”. Harumframt hevur hon sett fleiri dukkuleikir upp, eitt nú “Bábylon”, sum varð settur upp í samstarvi við dukkuleikhúsið Nuku Teatre í Tallinn. Eisini samskipaði hon dukkuleikin “Jonny og 7 vinir hansara”, sum Nuku Teatre framførdi í Havn. – Dukkuleikurin “Marin” er gjørdur í samstarvi við dukkuteatrið Kirjkas í Tallinn umvegis UNIMA í Estlandi.

Framførslur verða tvær ferðir hvønn dag í døgunum 11. til 19. juni kl. 10 og 14 í Dansistovuni við Gjógv. Møguleiki er at bíleggja fleiri framførslur kl. 17 og 19 um áhugi er fyri tí.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder