Heldur óvæntað vann Bulgaria Eurovision í gjárkvøldið, og Danmark, sum eitt tíðarskeið undan kappingini hevði verið ein av favorittunum, endaði á sjeynda plássi. Kortini eru tey hjá DR væl nøgd við úrslitið, sum er tað besta hjá Danmark í 13 ár.
Les eisini: Bulgaria vann Eurovision
Grand prix-stjórin hjá DR, Erik Struve Hansen sigur, at hann er sera errin og sera nøgdur við úrslitið.
– Vit eru sera fegin. Vit hava áhaldandi arbeitt við at lyfta okkum í Eurovision, segði hann við miðlarnar í Wien eftir kappingina sambært Ritzau.
Áðrenn Sissal tryggjaði Danmark eitt finalupláss í sangkappingini í fjør var Danmark tað landið, sum hevði verið longst uttanfyri finaluna.
– Eg haldi, vit hava lyft danska grandprix-støðið 1000 prosent seinasta tíðarskeiðið og hava veruliga prógvað, hvussu sterk vit eru, sigur Erik Struve Hansen.
Úrslitið hjá Danmark í Eurovision seinastu 10 árini:
- 2026: 7. pláss - Søren Torpegaard Lund: "Før vi går hjem".
- 2025: 23. pláss - Sissal: "Hallucination".
- 2024: 29. pláss (ikki víðari til finaluna) - Saba: "Sand".
- 2023: 33. pláss (ikki víðari til finaluna) - Reiley: "Breaking My Heart".
- 2022: 31. pláss (ikki víðari til finaluna) - Reddi: "The Show".
- 2021: 29. pláss (ikki víðari til finaluna) - Fyr & Flamme: "Øve os på hinanden".
- 2020: Eurovision avlýst orsakað av koronufarsóttini
- 2019: 12. pláss - Leonora: "Love Is Forever".
- 2018: 9. pláss - Rasmussen: "Higher Ground".
- 2017: 20. pláss - Anja Nissen: "Where I Am".
- 2016: 39. pláss (ikki víðari til finaluna) - Lighthouse X: "Soldiers of Love".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald