placeholder
Innanlands

DR-dokumentarur um Framtakið verður vístur í annaðkvøld

”Fyr en fed på færøsk” eitur filmurin, har DR gekk í hølunum á stigtakarunum til Framtakið fyri rættinum av velja kannabis

(Mynd: DR)

(Mynd: DR)

2019-09-09 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í annaðkvøld beint eftir TV-avísina og áðrenn áðrenn týsdagskrimi við Beck – í bestu senditíð við øðrum orðum – verður høvið hjá donskum sjónvarpshyggjarum at fáa innlit í føroyska valstríðið, og serliga flokkin, sum í dagligari talu fekk heitið Framtakið.

Eitt sjónvarpslið gekk í hølunum á Arnfinni á Birtuni og Halli Hjalgrímsson Djurhuus í fleiri dagar fyri at gera ein heimildarfilm um framtakið.

Í lýsingi fyri sendingini verður greitt soleiðis frá:

”Tað er valstríð í Føroyum. Vinirnir Arnfinn og Hallur hava stovnað ein flokk, sum bæði vil avkriminalisera hassj og geva medisinsk kannabis til sjúklingar, og tað sær út sum, at teir hava ein møguleika fyri at verða valdir. Man flokkur teirra, Framtakið, hevur bert 1500 krónur og ein gamlan skramblutan vøruvogn at reka valstríð fyri. Og tá ein sum Arnfinn er kendur sum ’hassjari’ í Føroyum, er tað trupult at verða tikin í álvara. Tað er teirri stigmatisetingini hann stríðist ímóti. Hallur hevur eina aðra dagsskrá: Kona hansara situr í koyristóli, og tað einasta, ið hjálpur upp á pínuna, er medisinskt kannabis. Hallur og Arnfinn eru samsintir um hamp-plantuna, men eru annars ósamdir um tað mesta. Teir stríðast báðir við og móti hvørjum øðrum fram móti valinum. Fáa teir nóg mikið av atkvøðum”.

Sendingin ”Fyr en fed på Færøsk” verður víst á DR1 í annaðkvøld, týskvøldið, kl. 20.55 og aftur á DR2 mikudagin kl. 22.50.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder