Innanlands

Dollin í Finsen

Havnarmaðurin, Daniels Jacob Danielsen, vanliga nevndur Dollin, fekk ræðuleikan í Kongo fram í ljósmála – Í dag eru 150 ár síðan, hann var borin í heim, og í hesum sambandi verður skipað fyri minningarhaldi seinnapartin

2021-06-25 14:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Havnarmaðurin, Daniels Jacob Danielsen, vanliga nevndur Dollin, fekk ræðuleikan í Kongo fram í ljósmála. Dollin vaks upp í Havn og var trúboðari í Afrika.

Í Afrika sá hann børn og ungfólk, sum høvdu fingið kutað hendur av. Hetta var ein útbreiddur revsiháttur hjá yvirvaldinum í Kongo. Hesa ótespiligu sjón avmyndaði Dollin, og myndirnar ferðaðust síðani víða um heim.

Daniels Jacob Danielsen, Dollin, var føddur 25. juni 1871. Sostatt eru 150 ár liðin, síðani Dollin varð borin í heim.

Hann ritaði navn sítt í heimssøguna við sínum stríði og avriki móti harðskapi móti fólkinum í Kongo.

Á sjálvum 150 ára føðingardegnum verður skipað fyri minningarhaldi fyri hesum merkismanni.

Tiltakið verður fríggjadagin 25. juni frá kl. 16-18.

Dollin liggur grivin í kirkjugarðinum á Svínaryggi. Fyrst verður kransur lagdur við grøvina á Svínaryggi, og síðani verður farið yvir í Auluna í Finsen til stuttar framløgur og tónleik.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin í Finsen kl. 16.15.

Oddur á Lakjuni fer síðani at greiða frá um bakgrundina fyri tí, sum hendi í Kongo. Og so fer Óli Jacobsen, sum hevur skrivað bók um Dollan, at greiða frá stríðnum hjá Dollanum fyri fókinum í Kongo og altjóða viðurkenningini, sum hann hevur fingið fyri bardaganum. Endin var, at Leopold kongur annar í Belgia mátti geva Kongo frá sær.

Tónleikur verður við Róki Jákupssyni Jakobsen og Bárði á Lakjuni. Teir eru báðir í ætt við Dollan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder