Innanlands

Dokkingin av Teistanum útsett

Teistin fer ikki í dokk mikudagin 19. apríl sum upprunaliga ætlað men í komandi viku

Teistin skuldi fara í dokk mikudagin, men dokkingin er útsett (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Teistin skuldi fara í dokk mikudagin, men dokkingin er útsett (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-04-17 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sum áður kunnað, skuldi Teistin fara í dokk mikudagin 19. apríl. Dokkingin er útsett, og Teistin fer tí í dokk í komandi viku, og gongst sum ætlað, verður Hasfjord, sum vegna tekniskar trupulleikar ikki verður í sigling hesa vikuna, eisini klárur at fara í sigling á leið 85 tá.

Tað skrivar heimasíðan hjá Strandferðsluni.

Tá Teistin fer í dokk fer Ternan at røkja siglingina á sandoyar- og hestleiðini, og Erla Kongsdóttir fer at sigla á nólsoyarleiðini. Sam fer at røkja farmasiglingina á nólsoyarleiðini.

Kunning um ferðaætlanir og bíleggingarskipan v.m verður løgd út á ssl.fo mikudagin 19. apríl, skrivar Strandferðslan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder