20. juli 2017 var ein sorgardagur fyri Linkin Park fjepparar. Tá frættust tíðindini, at sangarin í Linkin Park, Chester Bennington hevði tikið lívið av sær.
Nú ber aftur til at hoyra røddina hjá honum í sanginum “Cross Off”, sum Mark Morton úr amerikanska heavy metal-bólkinum Lamb of God, hevur framleitt í samstarvi við Chester Bennington.
Sangurin varð innspældur fáar mánaðar áðrenn Chester Bennington doyði, skrivar DR.
Linkin Park hevur útgivið til samans sjey fløgur, tann seinasta kom út í 2017. Limirnir, sum eftir eru í bólkinum hava sagt, at tey ætla at halda fram við at gera tónleik saman, men Linkin Park er enn ikki komin við nakrari nýggjari útgávu.
Trýst á sjónbandið niðanfyri fyri at hoyra sangin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald