placeholder
Mentan

Cannes-heiður letur dyr upp til fígging av langfilmi

Andrias Høgenni sera fegin um stóra heiðursløn í Cannes

Andrias Høgenni á Geyta-tiltakinum fyrr í ár (Savnsmynd: Sigmund Vang)

Andrias Høgenni á Geyta-tiltakinum fyrr í ár (Savnsmynd: Sigmund Vang)

2019-05-23 07:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast føroysk filmsvinna framvegis traðkar skógvarnar í barnahædd í mun til so nógv onnur løn, so er fyrsta altjóða filmsheiðurslønin á hægsta støði longu komin í hús.

Tað hendi í gjárkvøldið, tá 30 ára gamli filmsleikstjórin Andrias Høgenni fekk CanalPlus heiðurslønina fyri stuttfilmar á Semaine de la Critique filmsstevnuni, sum verður hildin í sambandi við altjóða filmsdagarnar í Cannes í Fraklandi.

Hann fekk heiðurslønina fyri stuttfilmin ”Ikki illa meint”, sum hann gjørdi í sambandi við próvtøku á danska Super16 filmsskúlanum. Fyrr í ár fekk sami filmur føroysku Geyta-virðislønina.

Í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpi Føroya í morgun greiddi Andrias Høgenni frá, at hann í løtuni arbeiðir við einum spælifilmi í fullari longd, og at virðislønin í gjárkvøldið helst fer at lata dyrnar upp til lættari at fáa hendur á fígging til komandi filmin.

- Tað er áhugi hjá utlendskum fíggjarum fyri filmum á føroyskum máli, og mín vón er at heiðurslønin í gjárkvøldið kann føra til, at vit fáa útlendska fígging til komandi spælifilmin, segði Andrias Høgenni millum annað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder