Innanlands

Býráðshúsið í Eysturkommunu vunnið enn eina altjóða virðisløn

International Architecture Awards hevur heiðrað býráðshúsinum

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

2019-07-09 15:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Býráðshúsið í Eysturkommunu hevur vunnið eina altjóða virðisløn í Chicago Athenaeum’s International Architecture Awards. Talan er um eina virðisløn í bólkinum ‘kommunalir bygningar.

International Architecture Awards heiðrar vakra og týðandi byggilist um allan heimin innan bólkar so sum almennir bygningar, skúlar, universitet, átrúnaðarligir bygningar, skrivstovu bygningar, listasøvn og mentanarligir bygningar.

Hetta er ikki fyrsta virðisløn, ið er latin til býráðshúsið í Eysturkommunu. Í fjør fekk býráðshúsið fyrstu heiðurslønina í bólkinum ‘Almennir bygningar’ í Global Architecture & Design Awards. Nakrar fáar mánaðir seinni fekk býráðshúsið eina virðisløn frá Architecture Master Prize í bólkinum ‘Stovnsbyggilist’.

International Architecture Awards hevur síðan 2004 latið heiðurslønir til stór avrik innan byggilist og stórbýarlist út frá einum globalum sjónarhorni. 

– Vit eru væl nøgd við býráðshúsið og errin av, at okkara bygningur fær so góð ummæli, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri. Áhugin fyri at síggja býráðshúsið er stórur, bæði millum føroyingar og ferðafólk, so her hava eisini nógv fólk verið á vitjan, skrivar Eysturkommuna.

Í samband við at fleiri og fleiri ferðafólk koma inn á gólvið í býráðshúsinum í Norðragøtu er avgjørt at skipa fyri rundvísing tveir dagar um vikuna. Hetta er fyri at órógva dagliga arbeiði hjá almennu fyrisitingini minst møguligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder