Uttanlands

Burt Reynolds farin

Sjónleikarin gjørdist 82 ára gamal

2018-09-07 07:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kendi amerikanski sjónleikarin Burt Reynolds andaðist í gjár 82 ára gamal.

Við sínum skálkasmíli og kenda yvirskeggi var hann í fleiri ár kendur sum ein av flottastu monnum í Hollywood.

Burt Reynolds kom stormandi fram á filmspallin, tá hann í 1972 spældi við í filminum Deliverance. Burt Reynolds fekk eina tilnevning til Oscar fyri sín leiklut í filminum

Burt Reynolds var kendur fyri at gera fleiri av sínum stunt sjálvur og fyri síni mongu forhold við kvinnuligar sjónleikarar, eitt nú Sally Field, Judy Carne og Loni Anderson, skrivar DR. Burt Reynolds var eisini giftur bæði Judy og Loni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder