Uttanlands

Bumbuhóttan send til flogfar ávegis til Norra

Øll ferðafólkini eru komin úr flogfarinum, ið hevur lent á flogvøllinum í Oslo

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-17 12:16 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Eitt flogfar frá Ryaniar ávegis til Oslo úr London fekk eina bumbuhóttan meðan tað var í luftini. Tað boðar norska løgreglan frá á Twitter fríggjadagin.

Flogfarið hevur sett seg trygt á flogvøllinum í Oslo. Tó er støðan ógreið og norska løgreglan er í løtuni væl mannað á flogvøllinum, har tilbúgvingin er økt.

Øll ferðafólkini er komin úr flogfarinum og eru send við bussi til eina móttøkustøð á flogvøllinum.

Sambært Flightradar skuldi flogfarið, ið kom úr London, lenda í Oslo klokkan 12.40 lokala tíð.

Hetta er aðru ferð hesa vikuna, at eitt flogfar frá Ryanair fær eina bumbuhóttan. Týsdagin var eitt flogfari úr Krakow ávegis til Dublin tvungið til at lenda, eftir at ein lepi var funnin á vesinum á flogfarinum. Á lepanum stóð at spreingievni vóru umborð á flogfarinum.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder