Í kvøld handar Aksel V. Johannesen, løgmaður, mentanarvirðislønirnar, nú Rigmor Dam hevur lagt frá sær sum landsstýriskvinna í mentamálum. Virðislønirnar verða handaðar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Virðislønina til ungt listafólk fekk Búi Rouch, dansari.
Virðislønin er 50.000 krónur og verður latin ungum listafólki, sum hevur víst serliga góð evni, og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt.
Búi er ein av ungu slóðbrótarunum í síni listagrein og hevur víst gávur sum fáur. Virðislønin verður latin Búa Rouch fyri sansaligu rørslurnar og evnini at føra okkum ígjøgnum dansin, stóð millum annað í grundgevingini.
Í fjør var tað Konni Kass, sum fekk hesa virðislønina.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/01/23/615x455/mlfugl2.jpg)
Ein heilsan frá Búa Rouch varð víst á stórskíggja (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald