Innanlands

Boriútgerðin til Hvalbiartunnilin komin

Sambært landsstýrismanninum skal sama útgerð brúkast til tunlarnar norður um fjall

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-06-17 12:02 Author image
Regin Winther Poulsen

- Seinnapartin kom Eystnes hjá Smyril Line á Hvalba og er boriútgerðin, sum skal brúkast til Hvalbiartunnilin nú komin til Hvalbiar. 

Tað skrivar Suðurrás á heimasíðu sínu. Tað er Artivon, ið skal gera nýggja Hvalbiartunnilin, og farið verður undir arbeiði seinni í summar. 

Heðin Mortensen segði við Portalin 16. mai, at Articon roknaði við at hava borað ígjøgnum fjallið innan um eitt ár. Eftir at hol var komið ígjøgnum fjallið, skuldi arbeiðið við tunlunum norður um fjall byrja beinavegin. 

- Tá hol er komið ígjøgnum, verður farið í holt við nýggja tunnilin norður um fjall. Ikki tá Hvalbiartunnilin er liðugur, men so skjótt sum hol er komið ígjøgnum, segði landsstýrismaðurin tá. 

Les eisini: - Fyrsta skotið til Hvalbiartunnilin verður áðrenn summarferiuna 

Tunlarnir norður um fjall vóru sambært landsstýrismanninum samanbundnir við Hvalbiartunlinum á tann hátt, at somu amboð skuldu brúkast til arbeiðið. 

Samlaði kostnaðurin fyri Hvalbiartunnilin, sum er 2,5 kilometrar, verður 272 milliónir krónur. Afturat tunlinum skulu gerast vegur báðu megin tunnilin á 2,3 og 0,9 kilometrar. 

 

 

 

 

placeholder
placeholder