Innanlands

Beint yvir 700 næmingar fara í skúla fyri fyrstu ferð

Á Skúlatrøð í Klaksvík er skúlin, ið tekur ímóti teimum flestu 1. floks næmingunum hesa vikuna

Mynd: Skúlablaðið

Mynd: Skúlablaðið

2019-08-13 10:01 Author image
Agnar Prestá

Skúlablaði skrivar, at vanligt liggur talið á teimum, ið byrja í 1. flokki ímillum 770 og 670 børn. Hetta merkir, at tað er eitt miðal ár í ár, tí 703 børn byrja í skúlunum kring landið. 

Tað eru í høvuðsheitum børn, sum eru fødd í 2012, sum nú fara í skúla. Tað vóru 607 børn fødd í Føroyum í 2012, men nú sjey ár seinni eru næstan 100 børn fleiri løgd til árgangin - hetta kemst av tilflyting. 

Av teimum 44 fólkaskúlunum kring landið er tað tann á Skúlatrøð, sum nú fær flest børn í fyrsta flokk: Skúlastjórin á Skúlatrøð sleppur at taka ímóti 76 nýggjum næmingum hesa vikuna. Fólkaskúlin er Klaksvík er ein av teimum trimum í landinum við yvir 500 næmingum -  skúlin á Fløtum er ein av hinum, og har byrja 73 børn í fyrsta flokki

Sambært skúlablaðnum fáa fimm skúlar ongan næming í 1. flokk. Teir eru skúlarnir í Fámjin, Kunoy, Haraldssundi, Húsar/Syðradal og Skálavík.

Samanlagt eru beint yvir 7000 næmingar í føroysku fólkaskúlunum. 

 

placeholder
placeholder