Innanlands

Bátur fór at leka í Vágahavinum

Varð hjálptur inn á Miðvág í øllum góðum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-03-04 11:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein útróðrarbátur við einum manni umborð bað seinnapartin í gjár um hjálp, tá báturin tók at lega. Hann var staddur sunnan fyri Vágar.

Tyrla hjá Atlantsflog varð send út til bátin, men staðfest var, at báturin lak ikki so illa, at neyðugt var hjá manninum av fara av bátinum.

Í staðin var ein av bjargarunum hjá tyrluni settur niður á bátin at hjálpa til, meðan bjargingarbáturin Sverri, sum eisini var tilkallaður, fylgdi bátinum í øllum góðum inn á Miðvág. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder