Mentan

Bárður Dal Christiansen í Gamla Seglhúsinum á Norðoyastevnu

Fernisering verður 27. mai kl. 16, og verður framsýningin hangandi uppi allan juni mánaða

2022-05-25 17:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 27. mai 2022 letur upp listaframssýning við Bárður Dal Christiansen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Fernisering verður, sum áður nevnt, fríggjadagin 27. mai, klokkan 16, og tá kemur Bartal Augustinussen at røða og seta framsýningina.

Benjamin Petersen - Son of Fortune – syrgir fyri tónleikinum, og verður eisini lættari ábit og okkurt leskandi at fáa.

Framsýningin er opin hongur uppi allan juni mánaða, og tað er ókeypis at vitja.

Fríggjadagin er hon opin frá 16 til 19, og leygardagin og sunnudagin er opið millum 15 og 19. Í juni er framsýningin opin yrkadagar frá 14 til 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder