Mentan

Barbie fyllir 60 ár í dag

Í dag eru júst 60 ár liðin, síðan fyrsta Barbiedukkan kom í handlarnar

2019-03-09 17:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, 9. mars 2019, er tað 60 ár síðani, fyrsta Barbiedukkan kom í handlarnar.

Fyrsta Barbiedukkan, sum varð framleidd í 1959 var kløn og ljóshærd við sólbrillum og svimjidrakt, men í dag fáast Barbiedukkur í nógvum ymsum litum og støddum.

Tað var Ruth Handler, eigari av leikufyritøkuni Mattel, sum fekk hugskotið til Barbiedukkuna. Hon fekk íblástur frá dukkum, sum dóttur hennara Barbara spældi við, og frá einari týskari dukku, sum æt Bild Lilli. Eisini varð dukkan nevnd Barbie eftir dóttrini.

Dukkan gjørdist væl umtókt, og nú, 60 ár seinni, verða uml. 58 milliónir dukkur seldar um árið, skrivar CNN.

Men gjøgnum árini eru nógv fólk eisini komin við atfinningum um væl umtóktu dukkuna. Eitt nú hildu fólk, at dukkan var ov kløn, og at kropsbygnaðurin hjá Barbiedukkuni fór at geva gentum eina órealistiska fatan av, hvussu teirra egni kroppur átti at síggja út.

Seinastu árini er Mattel tó komin við nógvum nýggjum dukkum fyri at bøta um hetta.

Í 2016 kom Mattel við nógvum nýggjum dukkum, sum vóru tøkar í fleiri ymsum støddum og litum, og árið eftir kom fyrsta Barbiedukkan við hijab. Í sambandi við altjóða kvinnudagin í fjør kom Mattel eisini við einari nýggjari røð av dukkum, sum líktust kvinnuligum fyrimyndum sum Amelia Earhart, fyrsti kvinnuligi flogskiparin, ið fleyg tvørtur um Atlantshavið, og meksikansku listakvinnuna Frida Kahlo.

Hildið verður, at fleiri enn 1 mia. Barbiedukkur eru seldar kring heimin seinastu 60 árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder