placeholder
Mentan

Avdúkingin kiksaði hjá Hans Paula og Hennara hátign

Alt gekk ikki eftir ætlan hjá umstrídd kongalig standmynd varð avdúkað í Keypmannahavn

(Mynd: Dansk Industri)

(Mynd: Dansk Industri)

2019-05-14 13:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt gekk ikki sum ætlað, tá ein stór mynd av Christian IV kongi av Danmark var avdúkað framman fyri Børsen beint við Christiansborg í Keypmannahavn.

Tað er føroyski myndhøggarin Hans Pauli Olsen, sum hevur evnað hábærsligu standmyndina, sum hevur verið fyri eitt sindur av ábreiðslum gjøgnum tilgongdina.

Tá so Margreta drotning fríggjadagin kom at avdúka listaverkið fríggjadagin, gekk tað ikki sum ætlað. Hans Pauli og hennara hátign skuldu hála í snórin, sum skuldi fáa teppið at falla og avdúka listaverkið.

Men ólukkutíð var teppið farið um høvdið á kongastandmyndini, og fekst ikki niður. Ein stigi mátti skaffast, og ein maður upp við einum pinni fyri at fáa tað seinasta av teppinum burtur, so eisini andlitið á Christiani kundi skoðast av fólkamongdini.

Drotningin tók tað pent, skilst av tí, sum hevur verið skrivað frá hendingini. Tað er danski arbeiðsgevarafelagsskapurin Dansk Industri, sum heldur til í bygninginum, ið kallast Børsen, sum hevur tikið stig til at bíleggja standmyndina, ið hevur kostað um 1,8 milliónir krónur at fáa til vega.

[object Object]
(Mynd: altinget.dk)

Eitt skifti var ivi um projektið fór at gerast veruleiki, tá teimum dámdu ikki uppskotið hjá Hans Paula Olsen á ráðhúsinum í Keypmannahavn.

Men fríggjadagin – tá teppið endiliga varð fingið niður – kundi henda søgan enda í øllum góðum.

Spurningurin er so hvat keypmannahavnarar og onnur halda um standmyndina av hábærsliga konginum, sum í listaverkinum hjá Hans Paula er lýstur saman við trimum av ikonisku tornunum í Keypmannahavn, Rundatorni, Børsen og Rosenborg. Men tey, tornini, standa á høvdinum. Hetta fyri at lýsa Keypmannahavn sum ein býur við sjógvin. Christian IV (1577-1648) skoðar síni verk, sum vit síggja sum spegilsmyndir í vatnskorpuni, hevur Hans Pauli fyrr greitt frá.

Nógvar heldur neiligar viðmerkingar hava verið um standmyndina, bæði undan og eftir avdúkingina.

Nakrar av teimum síggjast á Facebook-síðuni hjá Dansk Industri:

 

Eisini á Facebook-síðuni hjá danska kongshúsinum eru fleiri viðmerkingar um standmyndina, sum ikki eru serliga jaligar

Fleiri myndir av standmyndini síggjast á heimasíðuni hjá altinget.dk 

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder