Innanlands

Ávara fólk um at stilla bilarnar tilvildarliga frá sær á G!

Eysturkommuna boðar frá, at akfør, ið standa til ampa, verða flutt

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-07-10 13:32 Author image
Ari av Rana

G! Festivalurin fer av bakkastokki í morgin. Fleiri túsund fólk vitja á hvørjum ári festivalin, og við teimum mongu fólkunum fylgja eisini trygdartiltøk.

Fyri at økja um trygdina í samband við festivalin, hevur Eysturkommuna lagt kunning út um at akfør, ið standa til ampa, verða flutt.

- Kunningin er fyrst og fremst í samband við G! Festivalin. Tað er týdningarmikið at akfør ikki standa parkeraðir á vegnum, um nú neyðugt er at senda boð eftir sjúkrabili, sløkkibili ella líknandi, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri, við Portal.fo

Skuldi tað hent seg at akfar stendur til ampa, kann tað gerast dýrt fyri eigaran. Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu stendur, at akfør, sum standa til ampa fyri trygd og ferðslu, verða beind burtur fyri eigarans rokning.

placeholder
placeholder