Innanlands

Atlantic Airways ger tillagingar í ferðaætlanini

Færri bókingar hava við sær, at nakrir túrar verða tiknir úr ferðaætlanini í januar, februar og mars, men flogfelagið fer framvegis at flúgva hvønn dag, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri, við Útvarpið

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-01-08 14:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð boðað frá, at SAS ikki fer at flúgva til Føroyar hendan veturin orsakað av vantandi eftirspurninginum, og færri bókingar komandi tíðina er eisini orsøkin til, at Atlantic Airways hevur tikið nakrar túrar úr ferðaætlanini hjá flogfelagnum í januar, februar og mars.

Jóhanna á Bergi, stjóri hjá Atlantic Airways sigur við Útvarpið, at fólk hava verið meira varin við at bíleggja ferðir, síðan omikron-frábrigdið av koronu var staðfest.

Hóast nakrir túrar verða tiknir úr ferðaætlanini, verður tó framvegis flogið hvønn dag, og framvegis verður flogið til øll ferðamálini, sum flogfelagið hevur sett sær fyri at flúgva til, sigur Jóhanna á Bergi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder