Innanlands

Articon lægsta boðið upp á tunlarnar Norður um Fjall

Tilboðini at gera nýggjar tunlar norður um Fjall vóru í dag latin upp. Articon metir seg klára at gera tunlarnar fyri 373 milliónir, smáar 85 milliónir lægri enn dýrasta tilboðið

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2021-03-04 14:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er stórur munur á tilboðunum frá teimum trimum fyritøkunum, sum hava bjóða seg til at gera nýggju tunlarnar Norður um Fjall.

Articon, J&K Petersen og NCC hava latið inn tilboð upp á arbeiðið, sum væntandi fer í gongd í summar.

Articon metir seg klára at gera tunnilin fyri 373 milliónir krónur, J&K Petersen fyri 392 milliónir krónur meðan NCC er væl dýrast við tilboði upp á 458 milliónir krónur.

Hesin partur av verkætlanini var kostnaðarmettur at vera áleið 400 milliónir krónur, og tá er el-arbeiði ikki við. Landsverk fer nú at gjøgnumganga tilboðini.

Samlaða metingin fyri verkætlanina er 522 milliónir krónur.

Tilboðini sum komu inn, vóru áljóðandi: 
Articon: 373.780.332,- kr.
J&K Petersen: 392.176.177,- kr.
NCC: 458.395.020,- kr. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder