Innanlands

Arbeiðsloysi í mai var 1,8 prosent

Talan var um 523 arbeiðsleys. Tað eru 167 fleiri, enn tað vóru, áðrenn korona av álvara rakti

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-13 12:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hagstovan hevur í dag kunngjørt tølini fyri arbeiðsloysi fyri mai mánaða. Tað vísir ein "nátúrligan" vøkstur í arbeiðsloysinum orsakað av koronastøðuni.

Í februar var arbeiðsloysi bert 1,2 prosent - 366 fólk. Tveir mánaðar seinni var tað 1,7 prosent og 512 fólk, og síðani var ein lítil vøkstur frá apríl til mai, har 523 vóru arbeiðsleys. Tað svarar til 1,8 prosent.

Størsta arbeiðsloysi í mai mánaða var í Suðuroynni - 6,3 prosent. 

Tølini frá Hagstovuni

Tá tølini fyri mánaðirnar aftaná mai verða gjørd upp, fer tað allarhelst at vísa, at tað gongur niðureftir aftur - tað vil siga siga rætta vegin. Í løtuni eru 419 arbeiðsleys skrásett hjá ALS í mun til 443 í síðsta mánaða. Tað skrivar Kringvarpið. 

placeholder
placeholder