Innanlands

Anna Sofía Lava nýggja forkvinna í Samfelagnum

SamFelagið hevur fingið nýggja nevnd

Anna Sofía Lava

Anna Sofía Lava

2018-09-04 16:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nevndin í SamFelagnum hevur skipað seg av nýggjum eftir aðalfundin. Í nýggju nevndini sita nú Svein Magnason, Súsanna Holm, Rósa Egholm, Marita Svartá og Anna Sofía Lava, sum er forkvinna og sum tók eftir Elin Debes. 

SamFelagið varð stovnað í 2014 og hevur á leið 80 limir. Felagið hevur seinastu árini millum annað ment eitt alment savn við ritgerðum hjá føroyskum samfelagsfrøðingum, umframt eitt yvirlit yvir føroyskar samfelagsfrøðingar og teirra serøki. Alt er at finna á heimasíðuni hjá SamFelagnum, www.samfelagid.fo.

Felagið skipar fyri tiltøkum um viðkomandi evni í samfelagnum frá samfelagsfrøðiligum sjónarhornum. Í vár skipaði felagið millum annað fyri tiltakinum “Tey útvaldu”, sum greinaði kjarnuna í føroyska nevndarnetverkinum. Felagið hevur eisini skipað fyri fleiri sonevndum PechaKucha-tiltøkum, hvørs endamál hevur verið at geva samfelagsfrøðingum fleiri royndir við at miðla fakligt tilfar á einfaldan hátt.

Felagið fer at halda fram við almennu tiltøkunum, ið seta sjóneykuna á viðkomandi evni í samfelagnum og førleikarnar hjá samfelagsfrøðingum. Endamálið hjá SamFelagnum er at virka fyri fakligum íkasti til samfelagskjakið og styrkja ávirkanina hjá samfelagsvísindaligum arbeiði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder