Innanlands

Amalia í Frammistovu heldur fram sum borgarstjóri í Fugloyar kommunu

Bygdaráðið í Fugloyar kommunu varð skipað mikudagin – Marit Fríða Christiansen verður varaborgarstjóri

Amalia í Frammistovu, ið fekk næstflestar atkvøður á kommunuvalinum í Fugloyar kommunu, heldur fram sum borgarstjóri (Savnsmynd)

Amalia í Frammistovu, ið fekk næstflestar atkvøður á kommunuvalinum í Fugloyar kommunu, heldur fram sum borgarstjóri (Savnsmynd)

2020-12-31 10:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, mikudagin 30. desember, varð nýggja bygdaráðið í Fugloyar kommunu skipað.

Á kommunuvalinum í november vórðu Símun Gullaksen, Amalia í Frammistovu, og Marit Fríða Christiansen vald í bygdaráðið, og greitt er nú, at Amalia í Frammistovu heldur fram í borgarstjórasessinum.

Varaborgarstjóri verður Marit Fríða Christiansen.

Triði bygdaráðslimurin, Símun Gullaksen, varð annars, við 13 atkvøðum, toppskorarin á valinum í kommununi. Amalia í Frammistovu fekk 11 atkvøður, og Marit Fríða Christiansen fekk sjey.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder