Innanlands

Afturkalla "Økologisk 5-kornsblanding" við ómerktum sesam

Tey, ið eru ovurviðkvæm fyri sesam eru í vanda fyri at fáa allergiska reaktión, um tey eta vøruna

2021-09-29 10:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Valsemøllen A/S afturkallar "økologisk 5-kornsblanding”, av tí at vøran inniheldur allergenið sesam, sum ikki er merkt á pakkunum.

Tey, ið eru ovurviðkvæm fyri sesam eru í vanda fyri at fáa allergiska reaktión, um tey eta vøruna.

Vøran er seld í føroyskum handlum, og mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovan til, at vøran verður latin innaftur, har hon er keypt, ella at hon verður burturbeint.

Talan er um hesa vøru:

REMA 1000 Økologisk 5-kornsblanding
Nettovekt: 350 g
Best fyri: 06.04.2022, 08.04.2022, 26.05.2022, 15.06.2022 og 29.08.2022
EAN-strikukota 5 705830011480

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder