Innanlands

Aftur til røturnar - Linda Andrews við country/pop-plátu

- Eg eri komin aftur til mínar røtur, sigur føroyska sangarinnan um nýggju útgávuna "Keep coming Back".

2026-11-19 08:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska songkvinnan Linda Andrews, sum vann X Factor í Danmark í 2009 og síðani hevur staðfest sína støðu sum ein av sterkastu gospelrøddunum í Danmark, vendir við nýggju útgávu síni, “Keep Coming Back”, aftur til sínar tónlistarligu røtur.

Plátan inniheldur 10 nýskrivaðar sangir við greiðum íblástri frá gospel, soul og blues – tónleikastílum, sum altíð hava verið ein týðandi partur av tónlistarliga samleikanum hjá Lindu.

Íblásturin til plátuna tók av álvara skap í 2025, tá Linda luttók á tveimum sangskrivaralegum í Nashville og á donsku oynni Samsø, har helvtin av sangunum á plátuni vórðu skrivaðir.

[object Object]

Níggju av sangunum eru framleiddir av Christian A. Refer, meðan tittulsangurin er framleiddur av føroyska tónleikaframleiðaranum Óla Poulsen, sum millum annað hevur arbeitt saman við Grace Jones og Hanne Boel.

Á plátuni er eisini eitt samstarv við legendariska amerikanska sangskrivaran og tónleikaframleiðaran Narada Michael Walden, sum er kendur fyri sítt arbeiði við Whitney Houston, Aretha Franklin og Mariah Carey.

Við “Keep Coming Back” sigur Linda søgur um kærleika, longsul, vón og lívsins við- og mótgongd.

- Countrytónleikur hevur so sterk bond til bæði gospel og blues, og tað er júst tann tónleikurin, eg vaks upp við í Føroyum. Við hesi plátuni er ringurin sluttaður. Eg eri komin aftur til mínar tónlistarligu røtur, sigur Linda Andrews.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder