Innanlands

59 uppskot til nýtt búmerki

Sjóvar kommuna skal hava nýtt búmerki

Mynd: Sjóvar kommuna

Mynd: Sjóvar kommuna

2018-09-05 10:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sjóvar kommuna skal hava nýtt búmerki, og lat tí gera búmerkjakapping.

Nú freistin fyri at lata uppskot til nýtt búmerki inn er farin, eru ikki færri enn 59 uppskot komin.

Dómsnevndin fer at hyggja at uppskotunum í morgin, men mugu helst fleiri fundir til, áðrenn tey eru komin gjøgnum øll, skrivar kommunan á heimasíðu síni.


Nevndin skal gera tilmæli til kommunustýrið, sum tekur avgerð um, hvørt okkurt av uppskotunum verður valt til nýtt búmerki hjá Sjóvar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder