Innanlands

35 prosent av fólkinum liðugt koppsett

Nú eru yvir 46.000 koppsetingar gjørdar í Føroyum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-25 11:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru 46.082 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 27.434 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 18.648 hava fingið seinnu koppsetingina og eru sostatt liðugt koppsett, skrivar corona.fo.

Tað svarar til, at 51,4 prosent av fólkatalinum í Føroyum nú eru koppsett fyri koronu, og at 35 prosent av fólkatalinum eru liðugt koppsett.

Í gjár vórðu 626 fólk koppsett. 560 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 66 fólk fingu seinnu koppsetingina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder