Mentan

23 hava søkt inn á útbúgvingina í listaligum arbeiði

15 umsóknir vóru til Ritlist og 8 til Tónlist

2019-06-12 18:20 Author image
Ari av Rana

23 hava søkt inn á útbúgvingina í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya.

Umsóknarfreist til útbúgvingina í listaligum arbeiði var leygardagin 1. juni á midnátt.

Av teimum 23 innkomnu umsóknunum eru 15 til Ritlist og 8 til Tónlist. Sambært ætlanini og lýsingini av útbúgvingini verður pláss fyri umleið 7 lesandi á hvørjari leið, men talið kann hækka ella lækka eitt sindur eftir talinum og dygdini á umsóknunum.

Umframt miðnámsskúlaprógv skuldu umsøkjararnir senda inn dømi um egið avrik og ein listaligan profil, t.e. eina stutta lýsing av sær sjálvum/sjálvari sum listafólki. Upptøkunevndir fara nú at meta um umsóknirnar.

Í upptøkunevndini fyri Ritlist eru: Rói Patursson, Anna Malan Jógvansdóttir og Bergur Djurhuus Hansen.

Í upptøkunevndini fyri Tónlist eru: Andrea Heindriksdóttir, Teitur Lassen og Sunleif Rasmussen.

Viðgerðin av umsóknunum verður liðug seinni í hesum mánaðinum, og umsøkjararnir fáa boð fyrst í juli mánaði.

Jens Dam Ziska, útbúgvingarleiðari, fegnast um undirtøkuna og sigur, at talið av umsóknum greitt bendir á, at grundarlag er fyri slíkari útbúgving á universitetsstigi í Føroyum, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuni.

Undirvísingin byrjar 1. september og verður býtt sundur í verkstovur, ástøði og egið verk. Umframt undirvísing verður annað virksemi knýtt at útbúgvingini, og við millumbilum verða felags seminar fyri báðar leiðir, Ritlist og Tónlist.

placeholder
placeholder