Innanlands

15.500 krónur komu inn til Sclerosufelagið

Luttøkugjaldið til flaggdagsrenningina fór óskert til Sclerosufelagið

2019-07-11 07:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Til Flaggdagsrenningina, sum Bragdið skipar fyri, hevur seinni árini verið møguligt at melda til heilsurenning, sum er fyri tey, sum fegin vilja røra seg, uttan at kappast. Í ár var heilsurenningin eisini á skránni Flaggdagin, og hesa ferð var renningin í samstarvi við Sclerosufelagið.

Luttøkugjaldið fór óskert til Sclerosufelagið og eisini var møguligt hjá øllum, sum meldaðu til, at lata felagnum stuðul. Sclerosufelagið gjørdi nógv burturúr Flaggdagin og tey høvdu sett telt upp við máløkið niðri á Kongabrúnni, har tey bjóðaðu øllum ein drekkamunn. Undirtøkan fyri renningini var góð og somuleiðis komu nógv inn í telti at heilsa uppá og soleiðis kundi Sclerosufelagið varpa ljós á sjúkuna og tað, sum fylgir við.

Inn komu 15.500 kr og í góðveðrinum mánadagin var kekkurin handaður formanninum og kassameistaranum. Innkomnu pengarnir fara til gransking og stuðul til sclerosusjúk og onnur tiltøk, ið kunnu betra og lætta um hjá sclerosusjúklingum.

Bragdið og Sclerosufelagið hava gjørt av, at samstarvi skal halda fram soleiðis, at komandi Flaggdagsrenningar eisini umfata heilsurenning, har innkomni peningurin fer til Sclerosufelagið.

- Bragdið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder