Innanlands

137 staðfest smittað í løtuni

14 tilburðir vóru staðfestir týsdagin. Enn mangla 156 kanningar frá týsdegnum at greinast.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-13 14:50 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Nú hava í alt 362 fólk fingið staðfest koronasmittuna. Tað vísa nýggjastu kanningarúrslitini, sum Landslæknin hevur kunngjørt. Úrslitini byggja á 65.948 kanningar.

Týdagin 11. august vórðu 2444 kanningar framdar. Millum hesar eru 14 tilburðir staðfestir. 156 kanningar eru tó ikki greinaðar enn. 

Mikudagin 12. august vórðu 2099 kanningar gjørdar. Longu nú eru 12 tilburðir staðfestir. Endaliga kanningarúrslitið er ikki tøkt enn, tí enn mangla 701 kanning at verða greinað. 

Heitt verður á øll um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit fyri kanningardagin eru tøk. 

Tey, sum fáa staðfest smittuna, verða uppringd. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder