Innanlands

107 metrar tættari endanum

Nú eru sprongdir 6776 metrar í Eysturoyartunlinum

Savnsmynd (Mynd: Teitur Samuelsen)

Savnsmynd (Mynd: Teitur Samuelsen)

2018-09-03 12:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í seinastu viku vórðu í alt sprongdir 107 metrar í Eysturoyartunlinum. Við hesum nú eru sprongdir 6.776 metrar av 11.250 metrum, skrivar P/F Eystur- og Sandoyartunlar á Facebook.

Frá Hvítanesi vórðu 80 metrar sprongdir og í alt eru nú sprongdir 3.292 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyring og móti Hvítanes vórðu sprongdir 10 metrar í seinastu viku. Har eru íalt sprongdir 1.011 metrar.

Frá rundkoyringini og móti Rókin vórðu 17 metrar sprongdir . Har eru í alt sprongdir 848 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder