Innanlands

- Norðurlandahúsið farið at reka politikk í Føroyum

Vundu LGBT-flaggið í húnar hátt. Jógvan á Lakjuni finst hvassliga at Norðurlandahúsinum, sum hann leggur undir at reka politikk

2019-07-30 22:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er ikki fallið í góða jørð hjá Jógvani á Lakjuni, tingmanni fyri Fólkaflokkin, at Norðurlandahúsið hevur vundið LGBT-fjallið í húnar hátt heldur enn Merkið.

- Eg haldi, at hetta er óhugnaligt, og má bara spyrja, hvat tey billa sær inn. Og eg vil gjarna fortelja Norðurlandahúsinum og stjóranum, sum er farin at reka politikk í Føroyum, at tað føroyska flaggið, okkara alra tjóðarmerkið, er eitt flagg, sum fevnir øll menniskju og inkluderar øll, sigur Jógvan á Lakjuni.

Les eisini: Norðurlandahúsið fekk LGBT-heiðursløn

[object Object]

Hann spyr um LGBT-flaggið umboðar øll.

- Lgbt umboðar í øllum førum eina kynsneutrala ideologi, eina ideologi, sum roynir at pota niður í fólk og ikki minst niður í okkara verjuleysu børn, at kyn er nakað, sum tú sjálvur kanst velja, og sum tú kanst spæla við. – Alt skal bera til.

- Hesari óhugnaligu ideologi tekur ein stórur meiriluti av føroyingum ikki undir við! Tað eri eg sannførdur um.

Jógvan á Lakjuni heldur at Norðurlandahúsið skal virða føroyska lóg og føroyska siðvenju.

- Norðurlandahúsið er ein almennur stovnur, sum eisini fær fígging av løgtingsins fíggjarlóg, og hann eigur tí at syrgja fyri at virða føroyska lóg og føroyska siðvenju. Eg haldi, at hetta er at vanvirða tað føroyska flaggið, og sum løgtingsmaður, sum í mong ár havi verið við at játta pening til Norðurlandahúsið, mótmæli eg harðliga, skrivar Jógvan á Lakjuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder