Innanlands

- Kommunufelagið skal ikki avgera hvat eg skrivi á mínum Facebook vanga

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at tað sum hann skrivaði var hansara persónliga meining. Hann hevur eina mammu á ellisheimi

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-08-14 19:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kommunufelagið langaði seinnapartin út eftir landsstýrismanninum í heilsumálum fyri at sína Facebook støðudagføring um stongdu ellis og røktarheimini. Sambært kommunufelagnum hevur Kaj Leo Holm Johannesen stungið alla fakligheitina í ryggin.

Og á Facebook í kvøld svarar heilsumálaráðharrin aftur, men tað er á hansara persónliga profili, sum hann svarar á, leggur hann dent á.

- Eg eri glaður fyri at Kommunufelagið nú svarar aftur mínum persónliga skrivi á Facebook, eg veit eisini at Kommunufelagið nú ætlar at broyta mannagongdir fyri vitjandi á Ellis og Røktarheimum, tað var tað sum var mítt poeng takk fyri, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen.

- Eg eri sjálvur avvarðandi sum sonur, tí setti eg spurningin. Mær vitandi hava vit talufrælsi. Tað verður seinur dagur áðrenn Kommunufelagið skal avgera hvat eg skrivi og ikki á mínum Facebook vanga, staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen.

Les eisini: Kommunufelagið: Retoriskt spottandi heilsumálaráðharri

placeholder
placeholder