Innanlands

- Ikki loyvt at búgva á parkeringsøkjum

Vanligt er at summi búgva í bilinum á G! Festivalinum

2019-07-10 18:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógv munnu verða, sum hava roynt at sovið í bilinum, tá tey hava verið á G! Festivalinum. Men fyriskipararnir gera vart við, at hetta ikki er loyvt.

Fyriskipararnir siga at tey ofta hava sæð, at tá fólk hava búð ein heilan festival í bilinum, sær økið runt um bilin ræðuligt út, tá hesi fara.

Parkeringsøki er í Gøtugjógv og í Norðragøtu á festivalinum. Men fólk verða biðin um bara at stilla bilin har, og ikki sova í honum ella brúka hann sum kamping.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder