“Fólk siga: ‘Jamen Liljan, hevur tú ikki skilt, at tey ikki vilja hava teg sum tíðindaleiðara?’ Og sjálvandi havi eg skilt tað. Men prinsippielt haldi eg, at ein tíðindaleiðari ella ein journalistur skal kunna átala tey viðurskifti eg havi gjørt, uttan at vera í vanda fyri at verða koyrd úr starvi.”
Tað sigur Liljan Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, í drúgvari grein hjá fakblaðnum Journalisten.dk í dag.
Liljan Weihe sigur, at hon enn ikki hevur mist vónina um at fáa tíðindaleiðarastarvið aftur.
“Eg havi fingið viðhald frá myndugleikunum fleiri ferðir. Og nú skal nýggjur kringvarpsstjóri setast, og nýtt kringvarpsstýri frá 1. januar. Alt eftir hvussu tað háttar seg, mugu vit síggja hvussu tað fer at ganga” sigur Liljan Weihe.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald