Innanlands

- Hetta verður eitt øðrvísi summar

Bárður á Steig Nielsen sló á tíðindafundinum fast, at áhaldni er umráðandi í koronastríðnum. Hetta fer at kosta, millum annað ungum, nógvar upplivingar, nú summarið nærkast

Pisufundir, festivalar og annað sum vanligt er á skránni í juni, verða helst ikki

Pisufundir, festivalar og annað sum vanligt er á skránni í juni, verða helst ikki

2020-04-30 11:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Eg kann endurtaka meg sjálvan: Har var ein tíð áðrenn korona, ein tíð við korona og ein tíð aftaná korona

Hetta segði Bárður á Steig Nielsen, í samband við at hann á tíðindafundinum fyri løtu síðina varð spurdur um, hvønn boðskap hann hevði til tey ungu, sum til dømis eiga at fáa húgvu og/ella prógv í endanum av juli, við øllum sum har til hoyrir, og sum ynskja at sleppa á G festival í juni.

Løgmaður rósti tolinum og innsatsinum hjá teimum ungu, ið hava verið, og verða noydd til at ásanna, at teirra summar ikki verður sum ætlað. Hann staðfesti eisini, at hann ikki kundu spáa um, hvør støðan verður um um tveir mánaðir - serliga ikki í einari tíð har støðan kann broytast nógv ógvuliga skjótt. Tó kundi Bárður á Steig Nielsen siga, at eftir øllum at døma verður nógv øðrvísi í summar.

[object Object]

Á tíðindafundinum kunngjørdi Bárður á Steig Nielsen, at mælt verður frá, at festivalar og størri tiltøk verða fram til 30. juni, og at meira verður at frætta um festivalarnar (G, Tórsfest og Summar Festivalin), umframt onnur tiltøk í juni og august ) í mai.

Hetta fer serliga at ganga útyir Country Festivalin og Voxbotn. Eisini verða stevnir og annað, sum eftir ætlan skuldu vera í mai og juni, allarhelst avlýst.

Les eisini: CountryFestivalurin og Voxbotn hanga í klønum tráði

Tilmæli komandi tveir mánaðirnar er, at ikki fleiri enn 50 fólk savnast. 

Áhaldni

Skeinkistøð verða framvgeis mæld frá at hava opið út á náttina. Hóast samfelagið verður latið meira upp, eru framvegis avmarkingar.

Løgmaður gjørdi greitt, at áhaldni er eitt lyklaorð í stríðnum, tí hóast tølini eru góð, og at ætlanin tykist at hava eydnast heilt væl, so er hóttanin als ikki av enn. Hann heitti á, at fólk framvegis vísa ábyrgd og fylgja tilmælunum,

Sí eisini: Her er nýggju tilmælini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder