Innanlands

– Havi givið mær sjálvum eitt ár at fáa sett hetta í gongd

Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur seg arbeiða við at fáa eina skaðastovu setta á stovn, sum kann veita bráðfeingishjálp, óansæð um avbjóðingarnar eru sálarligar ella kropsligar

Tú skalt fáa eina líka góða tænastu, tá tú hevur ilt í sálini, sum tú fært, um tú hevur øgiliga ilt í beininum, segði landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum hevur givið sær uml. eitt ár at fáa sett hetta á stovn (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tú skalt fáa eina líka góða tænastu, tá tú hevur ilt í sálini, sum tú fært, um tú hevur øgiliga ilt í beininum, segði landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum hevur givið sær uml. eitt ár at fáa sett hetta á stovn (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-03 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vóru munnligir fyrispurningar á skránni í tinginum, og í hesum sambandi nýtti Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, høvi at spyrja Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, hvussu gongst við arbeiðnum at gera eina sálarliga skaðastovu, og nær ein tílík kann væntast at lata upp.

– Tað hevur týdning, at vit megna at hjálpa og lofta fólki, um tey hava heilsutrupulleikar – tað veri seg kropsligar ella sálarfrøðiligar. Tá vit bróta beinið, kunnu vit fara á skaðastovuna og fáa bráfeingishjálp. Men soleiðis er ikki, um vit hava ilt í sálini og hava tørv á bráðfeingishjálp, segði tingkvinnan.

Kaj Leo Holm Johannesen segði, at hann arbeiddi við at fáa eina skaðastovu – bæði til tey, sum hava sálarligar avbjóðingar, og til tey, sum hava kropsligar trupulleikar.

– Tað er skeivt at kalla tað eina sálarfrøðiliga skaðastovu, tí tað er beint ímóti virðunum, vit hava koyrt uppá seinastu tíðina við ikki at stigmatisera tey, sum fáa ilt í sálina, segði hann.

– Vit fara inn ígjøgnum eina skipan, og tað er líkamikið hvat tú hevur av avbjóðingum.

Landsstýrismaðurin segði, at hann ætlaði at gera eina fullkomna tilbúgving, sum skuldi vera tøk alt samdøgrið, og at hann ætlaði at fáa meira pening settan av til endamálið á komandi fíggjarlóg.

Kaj Leo Holm Johannesen segði, at hann hevði givið sær sjálvum uml. eitt ár at fáa sett tilbúgvingina í gongd. Tó nýtist ikki alt at byrja í senn, og ber helst til at byrja tilgongdina rættiliga skjótt, og tað ætlar hann at tosa við psykiatriska depilin um, segði hann.

Eisini varð lagt afturat, at tað hevur gingið ov seint at fáa ætlaðu neyðtøkutilbúgvingina setta á stovn, men tað kann henda innan ein mánað ella tveir, segði landsstýrismaðurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder