Innanlands

– Haturstala og ágangur ein vaksandi trupulleiki í føroyska samfelagnum

Í nýggjari spurnarkanning sum LGBT+ Føroyar hevur gjørt, siga 67 prosent av LGBT+arum seg verða happaðar í skúlanum vegna sína kynsligu sannføring ella samleika, í náttarlívinum er talið 47 prosent, meðan 37 prosent siga seg verða happaðan á sosialu miðlinum vegna sína kynsligu sannføring ella samleika

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-25 21:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Vit síggja ein vaksandi og álvarsligan trupulleika í okkara samfelag, sum ger gerandisdagin fyri nógvar LGBT+arar ótryggan. Nógvir ungir lgbt+arar siga frá haturstalu og ágangi í almenna rúminum, sigur LGBT+ Føroyar í tíðindaskrivi.

Í nýggjari spurnarkanning sum LGBT+ Føroyar hevur gjørt siga 67 prosent av LGBT+arum seg verða happaðar í skúlanum vegna sína kynsligu sannføring ella samleika. Í náttarlívinum er talið 47 prosent, meðan 37 prosent siga seg verða happaðan á sosialu miðlinum vegna sína kynsligu sannføring ella samleika.

26 prosent av LGBT+arum hava upplivað hatursbrotsverk – tað vil siga at tey hava verið fyri kropsligum ella sálarligum harðskapi vegna sína kynsligu sannførling ella samleika.

47 prosent siga seg ofta ella dagliga hoyra orð sum "bøssi", "gay", "bøssut" osfr. verða brúkt niðurgerandi.

– Tey ungu siga frá upplivingum og hendingum, sum fara langt út um tað, vit eiga at góðtaka. Alt ov nógvir ungir LGBT+arar siga frá søgum, har spýtt verður eftir teimum, har tey verða hótt, sligin, niðraði og spottaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder