Innanlands

Zarepta: Ongar legur, bíbliuskeið ella stevnur restina av árinum

Avgerðin er grundað á tilmæli frá heilsumyndugleikunum, sigur leiðslan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-08 13:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú korona aftur er staðfest, hevur leiðslan í Zarepta avgjørt, at ongar legur, stevnur ella bíbliuskeið vera í Zarepta restina av árinum.

Hesum boðar leiðslan frá í tíðindaskrivi.

Avgerðin er grundað á tilmæli frá heilsumyndugleikunum, og fer Zarepta at kunna nærri á heimasíðu teirra, www.zarepta.fo um møguligar broytingar verða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder