Innanlands

Yvir 9.000 metrar boraðir

Nú mangla góðir 1.700 metrar eftir at bora í Sandoyartunlinum – 77 metrar vórðu boraðir í farnu viku

Traðardalur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Traðardalur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-16 18:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru 9.038 metrar boraðir av teimum 10.785 metrunum í Sandoyartunlinum.

Í farnu viku vórðu tilsamans 77 metrar boraðir. 60 metrar vórðu boraðir í Traðardali, og 17 metrar á Gomlurætt, skrivar felagið handan Sandoyartunnilin á Facebook.

Í Traðardali eru nú boraðir tilsamans 4.828 metrar, og á Gomlurætt eru boraðir tilsamans 4.210 metrar.

Boringin byrjaði á sumri 2019, og allur tunnilin skal eftir ætlan vera liðugur í 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder